Bílegging
Tá tú bíleggur á leynar.shup.dk, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ein bindandi avtala millum okkum bæði.
Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar ella ikki vera seldar á heimasíðuni, hoyra vit fegin frá tær.
Prísir
Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum og útseldum vørum.
Gjalding
Tá ið tú ert liðug at bíleggja, skalt tú beinanvegin gjalda við skundflyting til: 9181 - 613.26.60
So skjótt peningurin er móttikin, verður vøran send. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.
Um vøran ikki er goldin innan 2 tímar eftir bílegging, tilskili eg mær rættin at selja vøruna til annan keypara.
Veiting
Vøran kann annaðhvørt sendast við Posta ella heintast á Ovari Vegi 29, 335 Leynar, eftir avtalu.
Skal vøran sendast við Posta, verður hon vanliga send innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Kundin rindar fyri vørukoyringina.
Um bílagt og goldið verður seinni enn kl. 12 fríggjadag til sunnudag ella á almennum frídegi, verður vøran send komandi yrkadag.
Umbýting
Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki hava verið brúkt/roynt og má ikki vera oyðilagt. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru. Um annan vøra ikki er at býta um við, verður vøran endurgoldin.
Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til leynarfo@gmail.com, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj, kann tað vera møguligt at fáa partvíst endurgjald eftir hvørjum standi, vøran er í. Hetta verður mett í hvørjari einstakari støðu.
Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:
Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening
Veitingarkostnaður (ómaksgjald og postgjald) verður ikki endurgoldin
Vinarliga boða okkum frá á remmerkatja@gmail.com og send vøruna til: Ovari Vegur 29, 335 Leynar, um avtala er gjørd um tað. Keyparin rindar postgjaldið. Til ber eisini at koma sjálvur við vøruni eftir avtalu.
Kundin hevur ábyrgd og heftir fyri vøru, sum verður send aftur, um hon møguliga verður skødd ella burturmist. Tískil viðmæla vit at senda við sporing ella sjálvi at koma við vøruni.
Reklamatiónsrættur
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á leynarfo@gmail.com. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni. Skadda vøran skal leverast aftur til okkum.
Tú skalt senda mær ein teldupost á leynarfo@gmail.com og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Send video og/ella myndir. Tá tú sendur vøruna til mín, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. Tú gjaldar postgjaldið.
Trúnaður
Fyri at keypa á heimasíðuni, hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:
Navni
Bústaði
Telefonnummari
Telduposti
Eg nýti hesar upplýsingar, tá eg skal veita tær vøruna. Persónsupplýsingar verða goymdar í 5 ár og verða síðani strikaðar. Tá persónsupplýsingar verða savnaðar er hetta altíð eftir at tú, sum kundi hevur givið samtykki til tess. Tú fært altíð at vita hvørjar upplýsingar skulu nýtast og hví.
Eg eri tann einasta, sum hevur atgongd til hesar upplýsingar um teg. Tú hevur altíð møguleika at fáa innlit í, hvørjar upplýsingar eg havi um teg.
Persónsupplýsingar verða ikki givnir ella seldir víðari til onnur.
Tú kanst til einhvørja tíð biðja um at fáa tínar upplýsingar strikaðar.
Teknar tú teg til tíðindabræv, skráseti eg tín teldupost, sum ikki verður víðarigivin til onnur.
Spurningar hesum viðvíkjandi kunnu sendast til leynarfo@gmail.com
Farspor
Heimasíðan nýtir farspor fyri at gera tína vitjan so væl eydnaða sum møguligt. Hetta loyvir ávísum funkum so skipanin t.d. kann minnast hvat er í keypskurvini. Tú kanst til einhvørja tíð strika cookies frá tínari eind.
Samband
LEYNAR
Ovari Vegur 29
335 Leynar
leynarfo@gmail.com